Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fyrrapartin høvdu politisku valfeløgini í Norðoyggjum og Vágum saman við borgarstjórunum Sune Jacobsen, Rósu Samuelsen og Jógvan Skorheim biðið um fund við løgmann og Henrik Old, samferðsluráðharra.

Øsing hevur verið í seinastuni og eisini fyrr í høvuðsstaðrpressuni um tey sum brúka tunlarnar báðar skulu gjalda partapeningin hjá landinum aftur ella ikki.

Fundurin snúði seg í høvuðsheitinum um, hvussu tey átta til níggju túsund fólkini, umleið 20 prosent av Føroya fólki, hava skilt ta politisku avtaluna sum var gjørd, tá ið lógin um fast samband var samtykt fyri góðum 16 árum síðani.

Eingin ivi var millum fundarluttakararnar um at tá ið lánið var afturgoldið skuldu tunlarnir báðir, uttan viðurlag, avhendast landinum til ognar, sum tað stendur í lógini.

- Eisini stendur greitt í lógini, at partabrøvini eru ogn landsins, og tað er ikki loyvt at avhenda tey, vísur borgarstjórin í Sørvágs kommunu á.

- Hvussu kanst tú krevja, at vit brúkarar skulu gjalda fyri partabrøvini hjá landinum, tá ið lógin greitt sigur at landið skal eiga partabrøvini, spyr borgarstjórin Sune Jacobsen.

Sambært Suna Jacobsen, so var høvuðsboðskapurin hjá løgmanni, at eitt er jura og eitt annað er politikkur.

- Løgmaður mælti til, at politiska skipanin frá í dag og til september mánað í ár, arbeiðir við, hvussu fram skal farast føðingardagin hjá Vágarunlinum, sum longu er útgoldin, og Norðoyatunnilinum, sum um stutta tíð eisini verður útgoldin.

- Allir luttakararnir á fundinum tóku undir við uppskotinum hjá løgmanni at hittast aftur í september mánað, sigur Sune Jacobsen at enda við VP, og leggur afturat, at fundurin var ein góður og konstruktivur fundur, har fleiri ymisk sjónarmið komu fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo