Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sunnvá Dahl Rasmussen av Argjum og Martin Høgfeldt Olsen úr Havn, sum eru við í donsku TV2 sendirøðini Nybyggerne, vera aftur at síggja í sjónvarpinum í kvøld.

Hetta er fjórða sending av 9 sendingum, ið vera sendar hvørt mikukvøld á TV2 og í Kringvarp Føroya.

Í sendingunum eru 4 pør flutt inn í hvør síni púra tóm hús, og skulu pørini sjálvi innrætta og gera húsini liðug. Tey hava bert 300.000 kr. í part at brúka til innrættingina. 

Tí mugu tey vera sparin og royna at brúka endurnýtslu lutir og annars gera alt sjálvi uttan hjálp frá øðrum.

Tey 4 pørini í sendingini kappast um at gera bestu rúmini, og ein vinnari er í hvørjari sending. Vinnarin í hvørjari sending fær 20.000 kr. afturat at brúka til at byggja víðari fyri.

Higartil hevur tað gingið væl hjá Sunnvá og Martin. Tey standa einki aftanfyri donsku pørini, sum eru við í sendingini. 

Stuttligt er at síggja, hvussu væl øll duga at fáa gjørt nógv burtur úr mest sum ongum uppá stutta tíð. Vit onnur kunnu eisini læra okkurt av at síggja, hvussu kreativ tey eru í húsunum.

Tá alt húsið er liðugt, verður ein beinleiðis finalusending í november, har hyggjararnir skulu kjósa ein vinnara millum eitt av teimum 4 pørunum. 

Vinnaraparið fær húsini til ognar, sum tey hava gjørt. Virðið á húsunum er 2,6 milliónir, so tað er ikki hissini vinningur, ið stendur uppá spæl.

Sendingin Nýbyggjarar verður send í kvøld (mikukvøldið 21. oktober) kl. 19.00 á TV2 og kl. 19.45 í Kringvarp Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo