Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í svari til tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir Pro Vita á, at fosturtøkutølini, sum vit hava umbiðið frá danska heilsumálaráðnum, eru fevnd av óvissum og í summum førum eru skeiv.

Tað er gott, at Pro Vita tekur hesi viðurskiftini upp, men tað er ikki heilt so einfalt, sum tað verður sagt í teirra svari.

Tað er rætt, at tað er ein óvissa viðvíkjandi fosturtøkutalinum fyri hvørji 1000 livandi fødd. Vit vóru kanska ógreið, tá vit løgdu tølini fyri fosturtøkur hjá føroyskum kvinnum í Danmark afturat føroysku tølunum, soleiðis at føroyska fosturtøkutalið fyri hvørji 1000 livandi fødd fór úr 39 upp í 125 (2016 tøl). Hetta talið hevði verið meira nágreiniligt, um vit eisini vistu, hvussu nógv børn hesar kvinnur møguliga hava átt í Danmark. Vit royndu kortini ikki at fifla við nøkrum. Vit søgdu týðuliga, at vit løgdu “donsku” tølini afturat teimum føroysku.

Lesandi kvinnur eru eisini “føroyskar kvinnur”
Tølini siga, hvussu nógvar fosturtøkur føroyskar kvinnur hava fingið í Danmark. Tað er púra rætt, at hetta ikki sigur, hvussu nógvar fluttu til Danmarkar við tí endamálið at fáa fosturtøku. Og tí talinum høvdu vit komið nærri, um vit funnu fram til, hvussu nógvar fingu fosturtøku minni enn 12 vikur eftir, at tær fluttu til Danmarkar.

Settu vit “skeringspunktið” har, høvdu vit hinvegin mist eitt annað innlit.

Nógvar føroyskar kvinnur í burðardyggum aldri eru jú í Danmark í lestrarørindum. Tað er sera sannlíkt, at tær flestu føroysku kvinnurnar, sum eru fastbúgvandi í Danmark og fáa fosturtøku, hoyra til hendan bólkin. Og so er spurningurin: skulu hesar kvinnur ikki telja við, tá vit tosa um “føroyskar kvinnur”? Tað halda vit, at tær skulu. Og tí skulu fosturtøkurnar, sum tær fáa, eisini roknast uppí “fosturtøkur hjá føroyskum kvinnum” – sum var tað, vit vildu finna fram til. Var skeringspunktið 12 vikur - sum okkurt annars kann tala fyri - høvdu hesar fallið uttanfyri. Og tað hevði heldur ikki verið rætt.

Ikki skrásettar sum føroyingar
Áðrenn nakar ger greiðar niðurstøður um hesi viðurskifti, skal havast í huga, at nógv “myrkatøl” eru.

Til dømis kunnu ymiskar bústaðarskrásetingar brúkast, tá ein kvinna fær fosturtøku í Danmark. Tað ber til at skráseta kvinnuna sum búsitandi í “Øvrige Europa”, “Andre lande” og “Uden eller ukendt kommune”. Í teimum førum ber ikki til at siga, um kvinnan er úr Føroyum ella ikki. Vit hava fingið greiðar ábendingar um, at slík skráseting eisini verður brúkt, tá kvinnur koma úr Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku í dag. Og møguleikin fyri at skráseta “Føroyar” kom ikki fyrr enn í 2002. Tvs. at áðrenn 2002, vórðu allar kvinnur búsitandi í Føroyum skrásettar undir áðurnevndu møguleikunum og tískil eru tær ikki ein partur av “føroyska” statistikkinum.

Greið ábending frá Gallup
Tað fara eisini at vera upplýsingar lagdar fram í frágreiðingini, sum greitt tala fyri, at talið av føroyskum kvinnum, ið koma til Danmarkar, at fáa fosturtøku er høgt.

Vit hava t.d. tosað við ein serlækna í gynokologi, sum segði, at eini 60 kvinnur koma úr Føroyum til Danmarkar um árið at fáa fosturtøku. Serlæknin, vit tosaðu við, og starvsfelagar hennara hava hitt fleiri av kvinnunum.

Eisini hava vit gjørt eina Gallup-kanning, sum vísir, at 9% av føroyskum kvinnum 18 ár og eldri siga seg hava fingið fosturtøku. Í Føroyum eru ca. 19.350 kvinnur sum eru 18 ár og eldri. Í heilum tølum svarar tað sostatt til at 1.740 kvinnur sum búgva í Føroyum, hava fingið framt eina fosturtøku annaðhvørt í Føroyum, í Danmark ella aðrastaðni.

Ikki øll vitan – men nógv vitan
Tað er gott, at fólk koma við rættingum, um vit hava orðað okkum ógreitt. Vit hava ongan áhuga í at gera tølini hægri, enn tey eru. Endamálið er bara at koma sannleikanum um hetta nærri. Og tølini um “føroyskar” fosturtøkur í Danmark varpa undir øllum umstøðum eitt heilt nýtt ljós á hetta øki. Tað er rætt, sum m.a. Pro Vita vísir á, at hesi tøl ikki geva okkum heilt neyva vitan um alt. Men fyri tað geva tey okkum stóra vitan, sum ikki kann ignorerast.

Og er tað nakað, sum er púra greitt, so er tað, at tey lágu, almennu føroysku fosturtøkutølini helst eru nógv lægri, enn tey veruligu tølini.

Øll okkara frágreiðing verður annars løgd fram á almennum tiltaki 30. septembur kl. 15.00 í Reinsarínum. Øll eru vælkomin og tað er ókeypis atgond, men tilmelding er neyðug við at senda ein teldupost á jf(at)ft.dk ella við at skriva eini boð til okkara á Facebook.

Javnaðarflokkurin á fólkatingi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo