Kendi svenski vísusangarin og sjónleikarin Sven-Bertil Taube er deyður. Hann gjørdist 87 ár.
Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.
Sven-Bertil Taube var sonur ikki minni víðagitna sangskrivaran og komponistin Evert Taube og listarkvinnuna Astri Taube.
Her hjá okkum er hann helst best kendur frá kvøðuljómunum, sum plagdu at vera í Útvarpinum, ikki minst við sanginum "Så länge skutan kan gå".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo