Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Tað er avgerandi fyri okkum menniskju, at vit kunnu hugsa. Homo sapiens merkir hugsandi menniskja. Filosoffar hava, líka síðani teir gomlu grikkarnir, sagt, at evnini at hugsa eru avgerandi fyri eitt gott og eydnusamt lív.

Men tíverri er tað vorðið trupult at hugsa í okkara tíð, sum leggur dent á skjótleika, nyttuvirði og effektivitet. At hugsa krevur tíð at fordjúpa seg, tíð til menning og mentan og frælsi til sjálvstøðuga reflektión.

Á leiðaradegnum spyr Svend Brinkmann, hvussu vit kunnu læra at hugsa djúpt, kritiskt og sjálvstøðugt. Ikki minst í arbeiðslívinum, har tað eigur at verða ein leiðsluuppgáva at skapa góðar rammur at hugsavna seg. Nógv leita sær til eysturlendskar mentanir, har vit finna meditatión og mindfulness. Tá snýr tað seg um at vera til staðar og hugsa minni, men Svend Brinkmann lýsir í staðin á møguleikarnar í vestligu mentanini, at hugsa betri. Fyrilesturin er grundaður á nýggjastu bókina hjá Svend Brinkmann frá 2022 “Tænk”.

Nógv annað er á skránni á leiðaradegnum, sí skránna HER!

Teknar tú teg til Leiðaradagin áðrenn 13. januar, fært tú ókeypis gávukort frá nýggju kaffistovuni í SMS, Omaná.

Tekna teg á www.synergi.fo, ring 322355 ella send teldupost synergi(at)synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo