Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eksplisitti og harðkókaði filmurin, ”Pleasure”, er hin fyrsti hjá svenska leikstjóranum Ninja Thyberg (f.1984).

Bella (Sofia Kappel) kemur til USA við 25 tatoveringum, piercaðum bróstvørtum og einum brennandi ynski um at gera mun í filmsídnaðinum. Tá 19 ára gamla framfýsna gentan verður spurd í tollinum, um hon er komin til Amerika ”for business or pleasure” ivast hon eina løtu. Í lívinum hjá Bellu, sum hevur fingið sær pornonavnið Bella Cherry, er bert ein hárfínur munur á business og ”pleasure”.

Bella byrjar á botninum, býr saman við ófantaligum fólki í einum lítlum kollektivi, og arbeiður seg miðvíst upp gjøgnum allan pornoídnaðin. Saman við búfeløgunum, varnast hon, at vegurin til evstu pornostjørnurnar er lagdur við nógvum ómenniskjansligum royndum.

Bella tekur seg longur upp í ídnaðinum og verður stjørnan, sum øll vilja hava. Hon fær arbeiði hjá high-end-pornoagentinum Mark Spiegler, sum í filminum spælir seg sjálvan. Hon verður ein "Spiegler Girl", sum í stórum bilum verður førd til veitslur í svimjihylum, er við í filmum, sum verða gjørdir á slottum í Los Angeles og lærir seg øll tey hardcore tricks, ið vinnan krevur.

Bella verður lýst sum ein sterk kvinna, sum tó er rættuliga góðtrúgvin. Hon heldur, at hon kann laga korruptu amerikansku pornofilmsskipanina soleiðis, at alt kann stýrast og ganga eftir hennara tørvi og áhuga. Til endans má hon gera upp við seg sjálva, um hon vil gjalda prísin at gerast stjørna.

Filmurin leggur seg í kjalarvørrin á verkum sum "Holiday" hjá svensku Isabellu Eklöf, sum Filmsfelagið vísti í november 2018. Tá hevði danska Victoria Carmen Sonne høvuðsleiklutin.

”Pleasure” er ein eksplisittur filmur um markleysa kostnaðin at vera ungur kvinnuligur kroppur ”in the business of pleasure”. Í 2013 vann Ninja Thyberg Canal+ Award fyri ein stuttfilm við sama navni, sum hesi filmur ”Pleasure”.

Filmurin, sum verður sýndur mikudagin 15. desember, hevur 15 ára aldursmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo