

Svenski kongurin Carl Gustaf er fallin í ónáðir hjá nógvum svium, eftir at hann í viðtali við svenskt sjónvarp hevur sagt, at tað átti at verið sonurin, Carl Philip, sum bleiv kongur eftir hann, og ikki dóttirin, Victoria.
Tað er bara tað, at Carl Philip er yngri enn Victoria, og tí kennist tað skeivt og ikki í samsvari við tíðarandan. Og tað var ein grundlógarbroyting í 1980 sum gjørdi, at arvafylgjan til svensku trónuna varð broytt.
- Sonurin mín var føddur, og so broytti man tað knappliga, og hann misti alt, segði kongur millum annað.
Fyrrverandi forkvinnan í republikansku fylkingini í Svøríki, Yasmine Bladelius, sum í dag situr í ríkisdegnum fyri Javnaðarflokkin, heldur lítið um orðini hjá kongi.
- Kongur fylgir ikki við tíðini, og hann veit ikki, hvussu nógv kvinnur hava skula stríðst fyri rættvísinum, sigur hon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo