Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Svenski ríkispolitiovastin Anders Thornberg rópar nú neyðarróp. Kriminaliteturin í Svøríki er verri nú enn nakrantíð, og arbeiðið hjá politinum er blivið truplari enn nakrantíð, tí tey røttu amboðini at standa ímóti og niðurberja kriminalitetin við eru ikki til taks.

- Bæði vitni ella gerningsmenn, sum áður hava viljað tosað við politiið og givið frágreiðing í rættinum siga nú nærum ongantíð nakað, sigur Anders Thornberg, sum vil hava fleiri fólk í starv hjá politinum, nýggja lóggávu og meira samstarv ímillum ymsar myndugleikar.

Ríkispolitiovastin kemur við sínum neyðarrópi í Dagens Nyheter. Tað ger hann eftir at árið í fjør bleiv metár, tí ongantíð áður eru so nógv fólk dripin av skoti í Svøríki. Heili 64 vórðu skotin til deyðis, og tað er tað mesta í nøkrum landi í Europa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo