Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ímeðan tað framvegis tykist ógreitt um tað verður reyði ella blái blokkurin í Svøríki sum vinnur valið, so er tað hinvegin greitt at Sverigedemokraterna fær eitt gott val og verður næststørsti flokkur í Svøríki.

Exit-poll kanningarnar vísa, at nógvir veljarar hava valt øðrvísi hesaferð, og ein kanning sum SVT kunngerð vísir, at heili 38% av veljarunum hava býtt flokkin, tey valdu í 2018 um við ein annan flokk. Tað er nógv meira enn vanligt, sum er eini 10-12%.

Heilt nógvir veljarar hjá Moderaterna seinasta val hava hesaferð valt Sverigedemokraterna, sum hinvegin hava megnað at varðveitt flestu av sínum veljarum.

Sverigedemokratarna fóru millum annað til val við tí lyfti at seta tilflytarum harðari treytir og tey siga seg eisini fara at gera enda á kriminellum harkaliðum sum nógvastaðni hava gjørt lívið súrt hjá vanligum fólki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo