Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Við greiðari tilvísing til slagorðið hjá Carlsberg, "probably the best beer in the world", siga sviar nú, at teirra farsóttarfrøðingur helst er heimsins besti.

Anders Tegnell, sum er statsepidemiologur í Svøríki, hevur í seinastuni verið frammi í fleiri heimsmiðlum, tí nú tykist Svøríki at klára seg betri enn flest onnur lond hvat korona farsóttini viðvíkir.

Svøríki hevði eina munandi meira lagaliga tilgongd til avbyrging og stonging av samfelagnum. Skúlar, barnagarðar og arbeiðspláss hava verið opin sum vanligt, men tilmælini um reinføri og frástøðu hava verið tey somu sum aðrastaðni. Og nógv er gjørt burtur av at verja veiku borgararnar. Nógv fleiri eru vorðin sjúk, og fleiri eru eisini deyð enn í øðrum londum, men heilsuverkið er ikki kollapsað.

- Og nú heysta vit fruktirnar, hevur Anders Tegnell sagt í samrøðu við BBC, har hann samstundis eisini helt fast við, at svenska strategiin alla tíðina hevur verið hin rætta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo