

Nú ætla sviar at kanna fólk fyri korona, sum koma til landið úr Kina.
Hetta veit dr.dk.
Frammanundan hava longu lond sum USA og Italia sett hetta tiltak í verk, eftir at koronasmittan hevur herjað í Kina hesar seinastu vikurnar.
Svenski almannamálaráðharrin Jakob Forssmed sigur, at tey fyrireika seg upp á at seta í gildi ferðaavmarkingar fyri fólk, sum koma til landið úr Kina.
Mett verður, at umleið fimtihvør borgari í Kina hevur havt kovid-19 í desember.
Sverige förbereder för att kunna införa reserestriktioner med krav på negativt covid-19-test för inresa från Kina till Sverige. Resenärer från Kina behöver vara beredda på att beslut kan fattas med kort varsel. @jakobforssmed @Justitiedep
— Socialdepartementet (@socialdep) January 2, 2023
#COVID19
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo