Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Klimakreppan hevur broytt ferðavanan hjá fleiri svium, og ein teirra sum er givin at flúgva er trubadururin Stefan Sundström.

Frá januar til mai fall talið av flogferðafólkum við fimm prosentum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, vísa tøl frá Swedia.

Ringast er støðan viðvíkjandi innanríkisferðsluni, har afturgongdin var 11 prosent í mai í ár samanborið við mai í fjør.

Sambært eini kanning gjørd av SIFO fyri WWF í Svøríki siga 23 prosent av svium at teir flúgva ikki av klimagassútlátinum seinasta árið. 18 prosent siga seg hava valt at koyra í toki ístaðin fyri at flúgva.

Og ein teirra sum ikki hevur flogið seinastu tvey árini, men valt tokið heldur, er trubadururin Stefan Sundström.

Sundström sigur við NRK at hann fekk eina panikkkenslu, tá ið hann las frágreiðingina um klimaavleiðingarnar.

– Tað er sum at hava fingið krabbamein. Tá má eg fáa viðgerð. Og um eg eri alkoholikar, so má eg til avvenjing. Tað er akkurát tað sama við klimatrupulleikanum. Vit kunnu velja ikki at leggja í tað og halda fram at drekka, men ...

– Jesus kemur ikki niður til jarðar og bjargar okkum. Vit mugu sjálv gera nakað, sigur Sundström.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo