Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bill Justinussen á Facebook: Alt mítt lív havi eg goldið skatt í Runavíkar kommunu.

Sum skattaborgari havi eg sjálvsagt áhuga fyri, hvussu skattapengarnir verða brúktir.

At tað nú brestur fyri nev at byggja svimjihøll er nakað av tí størsta og besta, sum er hent við mínum skattapengum.

Hetta hevur verið eitt ynski í mong áratíggjur.

Svimjihøllin fer at betra um trivnaðin fyri alt fólkið í býnum.

Svimjihøllin fer at lyfta býin fram í fremstu røð.

Saman við og oman á hini ítróttar- og mentanartilboðini í býnum verður svimjihøllin krúnan á verkinum, sum ger okkara bý til ta dýru perlu, sum so mong leita eftir, tá tey søkja sær bústað fyri seg og síni.

Undanfarna býráð legði so mikið sterkar lunnar undir verkætlanina, at nú vendist ikki aftur.

Eg fegnist eisini um, at vit hava ein borgarstjóra, sum setir seg sjálvan í skarðið fyri at bera ætlanina á mál.

Og tað er somuleiðis gleðiligt, at tungvektarar í býráðnum, teirra millum Terje Vestergaard og Tóri Højgaard, alment siga sína jaligu hugsan um hetta hjartamál teirra.

Alt hetta gevur bjartar vónir um, at nú verður tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo