Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Væl vita vit at Strandferđslan er komin í eina keðiliga støðu av hendiligum óhappum. Í slíkum umstøðum eiga vit eftir førimuni vísa forstáðilsi og tillaga okkum umstøðunum.

Men tyrlan er ikki ein nóg góð loysn fyri Svínoynna.

Hon er ikki at líta á, tí hon avlýsur fyri eitt gott orð.

Svínoyingar eru vanir við dagligt sjóvegis samband.

Vinnlívsfólk er í oynni sum leggja doyin á at fáa virksemi at hanga saman. Hetta eru ikki umstøður at bjóða teimun. Steinur omaná byrðu.

Høgtíðin stendur fyri og tá er vanliga nógv fólk í oynni og nógv ferðing aftur og fram.

Og Strandferðslan hevur eisini skyldu til at velja frægastu loysnirnar soleiðis at borgarin fær eftir umstøðunum so góða tænastu sum gjørligt.

Tyrlan er ikki besta tøka loysn at røkja Svínoynna. Svínoyingar brúka í sera lítlan mun tyrluna í tí dagliga. Skip eru so nógv besta og mest álítandi ferðasambandi til oynna.

Vit vita at Tjørnunes, sum er góđkendur til 12 ferðandi, líka nógv sum tyrlan, er tøkur at seta inn um viljin er til tess.

Vælsignaða Strandferðsla finn eina hóskandi sjóvegis loysn beinanvegin.

Nógv betri og sikkurt eisini nógv bíligari loysn.

Frímund Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo