Her er ein 3D mynd av eini av svitunum á dekk 8 umborð á Norrønu.
Smyril Line skrivar á síni heimasíðu um tær báðar nýggju sviturnar, Nordic Svita, at nógv er gjørt burturúr innrættingini av nýggju stílreinu svitunum.
- Svitan er deild upp í 3 rúm: Kamar við stórari dupultsong (180x200 cm), baðirúm við brúsubað og baðikar umframt 1 stovu. Stovan hevur hugnakrók við hornasofu, stóli og sofaborði, flatskermi umframt lítla borðstovu og eitt skriviborð.
Mynd: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo