Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Annan hvønn mikudag, 6. og 20. apríl, 4. og 18. mai, 1. og 15. juni, frá kl. 14:00 til 16:00, skipar Heimatænastan í Vágum fyri “Syngið og Dansið við”.

Eitt tiltak við livandi tónleiki í Marghøllini í Sørvági, har vit fara at syngja nakrar felagssangir, kvøða eitt kvæði og taka ein svingom, um hugurin er til tess. Vit vóna, at nógv møta og njóta løtuna við einumkaffimunni og lagkøku afturvið.

Heimatænastan sigur, at øll eru vælkomin.

Tað kostar 50 kr.

Tey heimabúgvandi, sum ikki hava koyring í Vága- og Sørvágs kommunu, kunnu ringja til tlf. 793200.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo