At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

35 ára gamli Peter Smedskjaer-Stenland er gesturin í heita stólinum hjá Local.fo hesa vikuna.

Hann kemur upprunaliga frá Illinois, USA, og lesur í løtuni á Fróðskaparsetri Føroya.

Tá hann varð spurdur, hvat honum dámar best við føroyingum, svarar hann.

- Tað besta við føroyingum finnur tú í fiskimonnum. Tað er torført at lýsa á nøktandi hátt, men tað ger teir til salt jarðarinnar.

Peter leggur ikki fingrarnar ímillum, at útlendingar, sum ætla sær at flyta til Føroya, veruliga mugu stríðast, um teir ætla at fóta sær í Føroyum.

- Hugsa um hetta gjølla. Føroyar eru eitt hart umhvørvi, og bara tey sterkastu yvirliva. Tað er einki garanti fyri, at tú fert at klára teg væl, men um tú flytir her til og fært succés, so er tað bara bara takkað veri tær sjálvum og tínum egnu styrkjum, sigur Peter millum annað við Local.fo.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo