Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

42 ára gamli íslendingurin Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson er gesturin hesa vikuna í heita stólinum hjá Local.fo.

Ebenezer flutti til Føroya í desember 2015 saman við unnustu sínari. Hann heldur eitt tað besta við Føroyum vera, at tað er so trygt her.

- Ísland er trygt, men tit hava tað á einum heilt øðrum støði herbeint. Eg trúgvi ikki, at eg nakrantíð verði vanur við, at fólk bara koma inn til mín uttan víðari, og at tað somuleiðis verður væntað av mær, at eg bara fari inn til fólk uttan at banka uppá. Og um okkurt ikki passar í postkassan her, so opnar postmaðurin bara hurðina og setur tað innum. Um tað hevði hent í Íslandi, hevði postmaðurin helst verið handtikin ella í minsta lagi koyrdur úr starvi, sigur Ebenezer millum annað.

Hann er væl nøgdur við tilveruna í Føroyum og hevur ongar ætlanir um at flyta aftur til Íslands.

Tað er tó ikki orsakað av veðrinum, at Ebenezer trívist í Føroyum.

- Tað ringasta við Føroyum er veðrið. Tað er bara ein árstíð, og tað er heyst - eitt langt, herviligt heyst. Tað er ongantíð ov kalt, men heldur ongantíð ov heitt, men gud forbarmi seg sum tað kann regna her.

- Og kortini so loysir tað seg tó ikki at hava eina paraplý, tí til tað er tað alt ov nógvur vindur, sigur Ebenezer, sum til dagligt koyrir hýruvogn.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo