Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sonevndir sofasurfarar (ella á enskum CouchSurfarar) hava nærum verið gerandiskostur hjá unga havnamanninum Napoleon Smith hesar farnu mánaðirnar.

Á heimasíðuni couchsurfing.com ber til at melda seg til at hýsa fólki - ella at søkja um at fáa fólk at hýsa sær, tá ein fer út í heim at ferðast ella í onnur ørindi.

Ein sleppur tá at gista ókeypis, men afturfyri hava so verturin og gesturin kanska eitt enn betri høvi at fáa eina ógloymandi mentanarliga og sosiala uppliving, enn um ein eitt nú gisti fyri seg sjálvan á hotelli ella hostelli.

Napoleon hevur hýst 10 sofasurfarum síðan november í fjør, og hava hesir luttikið í dagliga lívinum hjá honum - og hann í teirra, sjálvandi.

Local.fo hevur hitt unga mannin, sum sigur, at hann við at hýsa hesum fólkunum í íbúðini hjá sær kennir tað, eins og hann hevur ferðast kring knøttin, hóast hann bara hevur verið heima allatíðina.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo