Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Klumma eftir Símun Joensen, lærara í Eysturskúlanum: ”Fjálgt var at kenna hitan av hondum, ið sleptu,” segði mamma við meg, tá ið omma fór um sýnina seinasta summar.

Omma eigur eitt serligt pláss í hjartanum. Eg kendi veruliga hitan frá hennara nærveru. Hon var altíð til staðar. Tá ið eg var lítil, búðu vit hjá ommu.

Í skúlatíðini rann eg altíð niðan til hennara til ein drekkamunn og fransbreyð uttan birkis – og sum gráhærdur havnarbúgvi royndi eg altíð at vitja hana, tá ið eg kom norður.

Nærvera hennara osaði av góðsku og kærleika.

Í heimi hennara valdaði friður. Eg havi hugsað, hví so var.

Niðurstøðan er, at hon var altíð til staðar. Eisini, tá ið hon ikki orkaði at trína dansin meira.

Ein sannur klettur og griðstaður. Hon var ein, ið, sambært Løgstrup, hevði jaliga ávirkan á tey, ið hon møtti.

Hon fekk um endan á snildfontíðini. Og tó at hon ongantíð fekk sær eina tílíka, so var hon við og spurdi um tað nýggjasta. Hon visti nógv og var forvitin. Men hon var altíð til staðar!

Eg var við vinmanni á matstovu. Hugsaði, at nú var løtan til gott og gevandi prát, tí vit síggjast ikki so ofta, men eg fór skeivur.

Í staðin fyri at njóta løtuna, so gjørdist eg firtin, tí hann sat við telefonini mest sum alla tíðina.

Tað var bara, tá ið hann nýtti gaffilin og knívin, at eg fekk eygnasamband við hann.

Telefonin var nógv týdningarmeiri enn okkara samvera.

Hann sat á sosialu miðlunum, tók selfie, har hann nýtti filtur til myndirnar, og flenti býtt niður í telefonina.

Hann var ikki til staðar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo