Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í gjár sendi eg út eina grein, har eg vísti á, at Høgni Hoydal í beinleiðis sjónvarpi fríggjakvøldið segði eina røð av ósannindum.

Hetta hevur fingið fólk til knappaborðið, og tað er ikki við mildum orðum, summi umrøða meg. Men at heingja ymisk stuttlig lýsingarorð um hálsin á mær ger einki við tann veruleika, at:

Tað var ósatt, tá HH segði: “Kundu Føroyar verið partur av NATO? Tað hava vit forhandlað við NATO um”.

Tað var ósatt, tá HH enntá segði seg hava verið á fundi við NATO-aðalskrivaran George Robertson saman við Anfinni Kallsberg undir fullveldissamráðingunum í 2000, har trygdarstøða Føroya sum sjálvstøðugur statur varð umrødd.

Ein fundur sum hesin hevði verið ein politisk og diplomatisk stórhending.

Hann hevði verið umrøddur í miðlunum.

Tað hevði verið skjalfest í Tinganesi hvønn dag fundurin var, hvør var við og hvør dagsskráin var. Journalistar høvdu kunnað søkt um innlit í tað. Men einki av hesum finst.

Og orsøkin er einføld: Har var eingin fundur.

Tí var tað eisini er ósatt, at NATO undir hesum “samráðingum” boðaði landsstýrinum frá, at eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki helst ikki kann gerast limur í NATO, men heldur skal hava aðrar avtalur við felagsskapin.

Tað var ósatt, tá HH segði, at Føroyar kunnu taka upp beinleiðis samráðingar um trygdarmál við Bretland og USA (og harvið yvirtaka trygdarmál) “bara við at boða frá tí”.

Vit kunnu ikki yvirtaka nakað “bara við at boða frá tí” – og so slettis ikki trygdarmál.

Og tað var nógv annað, sum var ósatt.

2003
Tey, sum finnast at mær, nokta at viðurkenna hetta, men vísa í staðin til eitt mistak, sum eg gjørdi í míni grein. Tað var, tá eg segði soleiðis: ”Men Høgni Hoydal hevur ongantíð verið á fundi við henda mann (George Robertson). Tað hevur Anfinn Kallsberg heldur ikki.”

Anfinn Kallsberg hevur faktiskt hitt Robertson. Tað hendi undir eini vitjan í Brússel í 2003.

Hetta, siga nevndu fólk, tekur alt grundarlagið undan mínari grein.

Tað ger tað ikki.

Høgnasa pástandur var, at tingingarnar millum hann, Kallsberg og NATO vóru “undir fullveldissamráðingunum”. Hesar samráðingar endaðu í 2000. Í 2003 vóru tær søga. Vitjanin hjá Anfinni Kallsberg í Brússel í 2003 hevði einki at gera við tað, sum HH tosaði um fríggjakvøldið.

(Og um so var, at NATO-aðalskrivarin á hesum fundi – trý ár eftir fullveldissamráðingarnar – hevði sagt tað, sum HH sigur, at hann segði á ikki-fundinum í 2000, so hevði tað komið fram. Tað hevði staðið onkrastaðni. Men tað ger tað ikki).

Altso: Eg skuldi ikki sagt, at Kallsberg ikki hevði hitt Robertson yvirhøvur. Men fyri tað, um Kallsberg hitti Robertson í 2003, so var tað, sum HH segði um samráðingarnar við NATO í 2000, ósatt.

Tann, sum ikki sær tað, hevur ógvuliga sterkar flokspolitiskar og ideologiskar brillur á nøsini. Slíkar brillur kunnu stundum gera, at fólk, sum bera tær, ikki síggja - ella nokta at síggja – veruleikan.

Og tann bersýndi veruleikin í hesum føri er, at HH talar ósatt.

Tað gagnar ongum at káva útyvir tað. Ikki høvuðspersóninum, ikki Tjóðveldinum, ikki málinum um radaran – og so slettis ikki arbeiðinum fyri føroyskum sjálvræði.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo