Tað liggur ein grind útfyri Bø í morgun, men hon er lítil og enn er ikki greitt um hon verður hildin til.
Ein grind doyði í Sandávági í gjár, og tey eru ikki liðug at fáast við at fáa hesa grindina til høldar enn, tí verður fyribils bíðað við grindini á Sørvági.
Tveir bátar eru hjá grindini og VP hevur tosað við ein mann í øðrum bátinum sum sigur, at grindin liggur beint útfyri bygdina. Grindin var langt inni á Sørvágsfirði tá hon varð sædd í morgun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo