Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Brasilianska Liége Dimon er í heita stólinum hjá Local.fo, ið millum annað spyr hana, hvat var tað fyrsta, hon legði merki til við Føroyum og føroyingum, tá hon kom til landið fyri fyrstu ferð fyri fimm árum síðan. 

Liége (33 ár) er upprunaliga frá kenda stórbýnum Rio de Janeiro, og kom hon til Føroya, eftir at hon hevði fingið sær føroyskan sjeik.

Brot úr heita stólinum:

Hvat var tað fyrsta, tú legði merki til við Føroyum og føroyingum, tá tú komst hertil?

- Tað fyrsta, sum eg legði merki til, var veðrið. Maðurin hjá mær segði, at tað var summar, men eg trúði tí ikki. Tað vóru um 15 hitastig, og eg skalv av kulda. Sjálvandi spurdi eg mannin hjá mær, hvar summarið var.

Hvat er tað besta við Føroyum og føroyingum?

- Føroyingar vóru so fittir við meg, tá eg kom til landið, og teir eru enn fittir við meg. Og tað góða við Føroyum er, at her er so trygt, friðarligt og avbera vakurt.

Hvat er munurin ímillum títt heimland og Føroyar?

- Eg haldi, tað er mátin, sum fólk eru uppá. Brasilianarum dámar væl at vera inniligir og hálsa og nerta við hvønn annan.

Hvørji ráð vilt tú geva útlendingum, sum koma til Føroya?

- Ynskir tú at fella til í Føroyum, mást tú læra teg føroyskt. Og um tú ikki fært so nógva hjálp til at læra teg málið, so mást royna teg fram sjálv/ur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo