Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var eitt val um møguliga samanlegging av kommunum í Suðuroynni.

Men tað endaði sum eitt lítið kommunu-val.

Sjálvt um tað valið fyrst verður í heyst.

Summi meina at Kristin longu hevur vunnið tað valið, og kemur at sita enn 4 ár, tí vinstra-vongurin brúkti valið leygardagin til alt annað enn tað sum alt skuldi snúgva seg um.

Og fólk eru virkuliga troytt av evindaliga klandrinum sum vinstravongurin allatíðina kemur við.

Tey vilja hava valdið, og um tey ikki fáa valdið, vilja tey brenna alt og øll.

Teir vanligu fótsoldátarnir brúktu tíð og orku at spilla alt og øll út.

Sum vanligt.

Men tá tingkvinnan hjá javnaðarflokkinum sendir sms-boð runt, har hon heitir á fólk um at oyðileggja valið, bara fyri at Kristin Michelsen ikki skal fáa æruna av at ein tilgongd um kommunusamanlegging byrjar.

Tá fingu fólk nokk.

Nú tíma tey ikki hesi fólkini longur.

Kristin kemur aftur at verða toppskorari til kommunuvalið í heyst.

Guð vitið um Súsanna Bertholdsen ikki hevur spælt seg úr Tinginum við hesari gerð.

Ørvingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo