Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, almannamálaráðkvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe, tingkvinnu, um stýrið í Bústøðum.

Spurningar:

1. Hvat var tilmælið hjá umsitingini í Almannamálaráðnum um valið av stýrinum í Bústøðum?

2. Tók umsitingin í Almannamálaráðnum fyrivarni, ella hevði umsitingin viðmerkingar í aðramáta í mun til valið av stýrislimum í Bústøðum?

3. Hvørja støðu tók landsstýrismaðurin eftir tilmælið og/ella viðmerkingarnar hjá umsitingini?

Svar:

Til spurning nr. 1
Sbrt. § 2 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn verður grunnurin fyrisitin av einum stýri við fimm limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir.

Ásetingin er broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021 um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn og víðkar stýrið fyri grunnin úr trimum upp í fimm limir.

Tað er landsstýrismaðurin, sum tilnevnir, og hevur landsstýrismaðurin ikki ætlanir um at upplýsa fyri spyrjara um innanhýsis skjøl hjá fyrisitingini, sum heldur ikki alment innlit er latið í.

Til spurning nr. 2
Sí svar til spurning 1.

Til spurning nr. 3
Sí svar til spurning 1.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo