Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað var í dag, mikudagin tann 09.06.2022 kl. 10, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, skrivaði undir eitt “forståelsespapir” saman við danska verjumálaráharranum, um nógv umstrídda radaran, sum danska hernaðarvaldið vil seta upp á Sornfelli.

Hetta “forståelsespapir” – á enskum kallað eitt “Memorandum of Understanding” (MoU) – varð undirskrivað, hóast bert 4 út av 7 limir í uttanlandsnevndini mæltu til at skriva undir. At enda var tað Javnaðarflokkurin, ið tryggjaði donsku stjórnina eina tilsøgn um at seta radaran upp, tí limirnir úr Fólkaflokkinum - ið er størsti flokkur á tingi - vildu bíða við málinum.

Tað hevur ongantíð verið ógreitt, at Javnaðarflokkurin vildi fylgja linjuna hjá donsku stjórnini – men nú tá ið Fólkaflokkurin, ið er størsti flokkur á tingið, valdi at rætta ryggin, og tað í eina løtu var meiriluti móti at geva tilsøgnina nú, so var tað ikki so týdningarmikið longur fyri Javnaðarflokkin at fáa málið viðgjørt í løgtingssalinum.

Nú var nóg mikið, at Aksel V. Johannesen, Bill Justinussen, Edva Jacobsen og Jaspur Langaard mæltu landsstýrismannin til at undirskriva, uttan fólkaræðisliga viðgerð og avgerð.

Man hevur roynt at fáa málið at snúgva seg um mangt. Men tað sum tað allatíðina hevur snúð seg um fyri meg, er at politiski myndugleikin í Føroyum tekur ábyrgd, umboðar seg sjálvt, og verjir egin áhugamál, heldur enn at lata seg vera ein finna hjá Danmark í einum uttanríkispolitiskum talvi.

Tað hevur ongantíð verið ein spurningur um at vera móti einum radara, ella ikki vilja siga seg vera partur av vesturlendska virðisfelagsskapinum - tí tað eru vit.

Hetta er ein vanlukkuligur dagur fyri føroyskt fólkaræði, men tað eru glottar at hóma.

Tað góða við skjalinum, sum Jenis av Rana hevur hevur undirskrivað, er, at avtalan ikki er bindandi.

Pappíri er ein politisk semja – við ivasamari undirtøku - um eina felags fatan av samstarvinum um radaran millum sitandi landsstýri og sitandi stjórn í Danmark. Men um onnur koma til valdið, kann fatanin verða ein onnur.

Tí fari eg at gera alt fyri, at málið verður tikið uppaftur eftir eitt val, soleiðis at hetta málið vendir rætt, tá ið málið er avgreitt.

Soleiðis at vit sjálvi seta treytirnar fyri framtíðar trygdarsamstørv, og at tað altíð verður til fyrimuns fyri Føroyar og føroyska fólkið.

Inntil tá hevur tað týdning at eftirkanna, um heimildin hevur verið til staðar.

Jenis av Rana hevur havt ómetaliga trupult við at grundgeva, við hvørjari heimild hann tekur hesa prinsippiellu avgerð.

Eisini verður onki innlit givið í fundarfrásagnirnar um málið.

Eisini kann tað hugsast, at tingið skal játta pengar ella gera lógarbroytingar í samband við málið.

Um so er, so er avgerðin tikin út frá skeivum fortreytum, tí landsstýrið kann ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar, uttan samtykki frá løgtinginum.

Enn eru ikki allar súðir syftar í hesum málinum.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo