Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Norðleif við Krógv í Hvalba er ein av suðringunum, sum hevur verið noyddur at ferðast tvær ferðir um vikuna til Havnar til dialysuviðgerð. Men í dag flutti hann til Hoyvíkar við familjuni.

- Onkur segði mær, at okkara nýggja adressa var 188 Paradís, flennur Norðleif, sum fegnast um at hava fingið íbúð í Marinargøtu í Hoyvík. Konan Jónhild hevur fingið arbeiði hjá Dveyluni og dótturin Jónleyg byrjar í Eysturskúlanum í morgin.

Norðleif fekk eitt nýtt nýra í 2009, sum helt í 12 ár. Síðan hevur hann verið aftur í dialysuviðgerð. Síðan apríl í ár hevur hann verið noyddur at ferðast til Havnar tvær ferðir um vikuna í øllum veðri.

- Hetta gjørdist alt ov strævið, bæði hjá mær og mínum avvarðandi. Tí tóku vit avgerð um at flyta higar, her alt er so nógv lættari og tað bara eru nakrir minuttir at koma sær út á sjúkrahúsið, sigur Norðleif.

Og nú tey øll vóru og skrásettu seg í Snarskivuni í morgun, so stukku tey ein lítlan túr inn á gólvið á Ráðhúsinum at heilsa uppá borgarstjóran, sum ynskti teimum hjartaliga vælkomnum í Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo