At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski foresetin Vladimir Putin brúkar hermenn úr fátækum familjum sum kanónføði í stríðnum í Ukraina. Higartil hava umleið 15.000 russiskir hermenn latið lív í bardøgunum. Tað segði stjórin fyri bretsku fregnartænastuni MI6 Richard Moore, á ráðstevnuni Aspen Security Forum sum er í Colorado í USA í hesum døgum. 

Hermenninir sum stríðast í Ukraina eru rekrutteraðir ímillum etniskar minnilutar og fátækar russar og í minni mun hjá miðalklassanum í Moskva og Sankta Pætursborg.

Bretski fregnartænastustjórin segði eisini, at russiski herurin er um at missa ondina og helst fer at brúka komandi vikurnar til at summa seg.

- Tað er gylti møguleikin hjá Ukraina at herja á og staðfesta stríðsviljan og halda fast í høga moralinum, segði bretski njósnarastjórin millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo