Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Borgarliga samgongan hevur skapt tryggar karmar fyri fiskivinnuna. Vit hava longu sæð avleiðingarnar: Milliarda íløgur í framfýsin veiðitól og framleiðsluvirkir á landi, segði Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum í dag undir viðgerðini.

- Við støðugum kørmum næstu áratíggjuni kann fiskivinnan skapa vøkstur í inntøkunum og gera sítt til at vaksa um samfelagskakuna. Og harvið vil Landskassin eisini fáa ein vaksandi fíggjarligan ágóða.

- Júst her er aðalmunurin millum borgarligan politikk og útmeldingarnar hjá andstøðuni. Andstøðan hevur bert eittans svarið – at brandskatta vinnuna fyri at kunna fremja størri umfordeiling.

- Altso taka meira inn i skatti og avgjøldum frá borgarum og vinnu, alt til almenna útgjaring.

- Javnaðarflokkurin hevur longu boðað frá, at hansara vinstravendi politikkur fer at vera ein “útjavningarpolitikkur”.

- Tað hevði tænt Javnaðarflokkinum nógv betri at verið meira ábyrgdarfullur í sínum útmeldingum um karmarnar um vinnuna, heldur enn við sínum útmeldingum at skapa veruligan ótryggleika í føroysku vinnuni.

- Í almennum viðmerkingum sínum til Ólavsøkurøðuna boðaði formaðurin fyri Javnaðarflokkin frá, at avgjøldini á framfýsnu alivinnuna skula tvífaldast, stendur tað til Javnaðarflokkin. Úr 5% upp í 10% av framleiðsluvirðinum.

- Borgarligur politikkur er júst tað øvuga av tí sum Javnaðarflokkurin stendur fyri.

- Borgarligur politikkur er at eggja til og í verki skapa bestu fortreytirnar fyri búskaparvøkstri.

- Økt framleiðsla er einasta gongda leiðin at vaksa um samlaðu úrtøkuna fyri samfelagið. Bert við øktari framleiðslu verður meira til øll.

- Seinastu 12 árini er samlaða framleiðslan í Føroyum tvífaldað. Fólkaflokkurin hevur sitið við róðrið meginpartin av hesum tíðarskeiði.

- Ongin blívur ríkari av umfordeilingspolitikki. Øll blíva fátækari.

- Eitt tað ringasta sum kann henda fyri føroyska samfelagið er um ein vinstravend samgonga undir leiðslu av Javnaðarflokkinum kemur til valdið í Føroyum. Vinstravendur politikkur tekur máttin úr øllum vøkstri og hevur altíð við sær afturgongd.

- Vónandi hava fólk heldur ikki gloymt tann hurlivasa, sum gjørdi seg galdandi undir seinastu samgongu, sum varð eyðkend av rumbli og maktarloysi frá fyrsta degi, segði Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo