Hoyr um annan, hygg um teg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyri hálvum ári síðani tapti Fiskimálaráðið eitt rættarmál, sum reiðaríið North West Pelagic hevði lagt móti ráðnum.

Grundarlagið fyri sakarmálinum var, at Fiskimálaráðið, meðan Høgni Hoydal var fiskimálaráðharri, tók aftur øll veiðirættindi frá hesum felag.

Føroya rættur var eirindaleysur í síni niðurstøðu: Fiskimálaráðið hevði als ikki rætt til at taka loyvini frá felagnum.

Avleiðingin av hesum rættarmáli er, at North West Pelagic hevur kravt Fiskimálaráðið eftir 80 milliónum krónum í endurgjaldi.

Fyri hálvari viku síðan tapti Fiskimálaráðið aftur eitt mál.

Hesaferð var tað Reiðarafelagið sum stevndi og fekk viðhald.

Lógargreinin hjá Høgna Hoydal í gomlu lógini um serstakar treytir fyri fiskiskapi frá 2016 var ikki í lagi.

Løgtingið hevði ongan rætt til at skúgva til viks vunnin rættindi á arbeiðsmarknaðinum.

Avleiðingin av hesi sak kann gerast, at føroysk reiðarí fara at krevja endurgjald.

Her er eitt møguligt endurgjaldskrav uppgjørt til 60 milliónir krónur.

Spurningurin er so, um alt endar við, at Høgni Hoydal í hesum báðum málunum fer at kosta landskassanum 140 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo