Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú er kunngjørt, at gjaldið í Eysturoyartunlinum lækkar - galdandi frá 1. juli.

Endamálið við tunlinum frá byrjan var, at tað skuldi vera skjótari, lættari og bíligari hjá teimum, sum pendla millum suður- og norðurøkið.

Í fyrstu atløgu merktu vit, at tað bleiv skjótari og lættari - men tíverri ikki bíligari, og úrslitið varð, at nógv tí ikki vildu brúka tunnilin.

Nú príslækkingar eru gjørdar, er hetta endamálið eisini rokkið.

Henda seinasta sparingin er ein fastprísskipan, sum hevur við sær, at tað ongantíð kemur at kosta meir enn 2.100 kr. um mánaðin at koyra millum Eysturoy og Havnina, og 700 kr. millum vestara og eystara arm á Skálafjørðinum.

Samstundis sum prísirnir eru lækkaðir, velja fleiri og fleiri at brúka tunnilin. Hetta merkir, at inntøkan hjá felagnum ikki lækkar, og fleiri og fleiri fáa gleði av nýggju og betru farleiðini.

Næsta stigið er nú at fáa kostnaðin at koyra ígjøgnum, lækkaðan fyri tey, sum koyra sjáldan.

Samfelagið fær ikki fult gagn av tunlinum, fyrr enn flest øll velja stytts møguligu farleið.

Eisini hesum vil eg stríðast fyri, og koma vit skjótt at sanna, at eisini hetta stríðið ikki verður til fánýtis.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo