Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Men øll í samfelagnum kosta, foreldur við børnum skulu hava barnaansing, skúla o.s.fr. til børnini. Vit brúka øll læknar, sjúkrahús o.s.fr. Tí skal samfelagið vera ein samhaldsføst skipan, har øll gjalda í felagskassan (næstan øll).

Tá tað snýr seg um pensionistar er stórur munur á, hvat teir hava at ráða yvir um mánaðin. Summir hava bert fólkapensión, aðrir hava fólkapensión + uppsparda pensión (sjálvgoldna) frá teirra arbeiðstíð.

Men, vit hava ein vaksandi bólk av pensionistum, sum snøgt sagt florera í peningi, fyrrverandi politikarar og fólk sum hava tænastumannalíknandi pensión, tænastufólk, almanna stjórar og mong onnur.

Fleiri av hesum fáa millum 70 og 120.000 kr um mánaðin í almennum pensiónum.

Tey fáa fólkapensión og samhaldsfasta, sum tey sjálvsagt hava rætt til, altso tey gera einki ólógligt.

Men hetta er ein ballón, sum bara veksur og sum t.d. undanfarni formaðurin í Búskaparráðnum ikki nevndi við einum orði, heldur ikki, at henda pensión arvast av makunum.

Fyri lógini um fólkapensión stendur týðiliga, at fólkapensionisturin skal fáa eina virðiliga inntøku, so tey ikki enda sum fátækir borgarar.

At fólk við almennum høgum lønum eisini fáa fólkapensión er ikki rættvíst samb. lóg um fólkapensión og samhaldsfasta.

Torir politikari at taka hetta upp, so kundi ein lóg t.d. ljóðað soleiðis, at hevur tú inntøku uppá 30.000 kr um mánaðin, so kundi fólkapensiónin fallið burtur og hevur tú meira enn 40.000 kr skuldi samhaldsfasti eisini fallið burtur.

So fingu vit eitt meira javnt stillað samfelag og landskassin kundi spart hópin av peningi.

Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu nógvir pensionistar forvinna millum 40.000 og 120.000 kr um mánaðin, nú so nógvir frøðingar sleingja út við tølum dagliga um líkt og ólíkt.

Jón Slættanes

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo