Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Umleið 500.000 ymisk sløg av medisinskari útgerð eru til keyps á heimsmarknaðinum, men í Føroyum hava ongar reglur verið at tryggja og verja brúkararnar av útgerðini. Um eitt lítið ár verður hetta tó broytt, tí tá fer ein nýggj lóggáva at virka á økinum. Apoteksverkið fær tá millum annað heimild til at kalla medisinska útgerð aftur av marknaðinum, um vøran ikki lýkur galdandi góðsku- og trygdarkrøv.

Løgtingið samtykti tíðliga í mai, stutt áðrenn tað fór í summarfrí, eina nýggja lóg, sum skal verja allar brúkarar av medisinskari útgerð í Føroyum. Av tí, at tað krevst nakað av fyrireikingar- og tillagingartíð hjá Apoteksverkinum, sum skal umsita nýggju lógina, kemur hon tó ikki í gildi fyrr enn 1. apríl næsta ár.

Millum týðandi heimildirnar, sum Apoteksverkið fær við nýggju lógini, er møguleikin at kalla medisinska útgerð aftur av marknaðinum, um vøran ikki lýkur galdandi góðsku- og trygdarkrøv, á sama hátt, sum tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar vánaligar matvørur.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, legði lógaruppskotið fyri tingið, tí hann ynskti skilhaldsreglur á marknaðinum fyri medisinska útgerð, sum higartil ikki hevur verið skipað í lóg í Føroyum.

Hesin marknaður er støðugt vaksandi og fevnir um eitt ótal av ógvuliga ymiskum vørum. Koyristólar, brillur, blóðtrýstmátitól, hoyritól, útgerð til gitnaðarkanningar, koronu-skundkanningar, implantatir av ymiskum slag, pacemake’arar, gradistokkar og so framvegis.

Alt samalt hoyrir tað til vørubólkin medisinsk útgerð, og higartil hevur ikki verið eftirlit við framleiðslu, innflutningi og sølu av hesum vørum í Føroyum.

Í grannalondunum hava tey havt lógarverk um framleiðslu, innflutning og sølu av medisinskari útgerð í fleiri ár.

Landsstýrismaðurin er sera fegin um, at eitt slíkt lógarverk nú eisini er samtykt at galda fyri Føroyar. Tað var eitt samt Løgting, ið samtykti lógina, sum ber heitið “Løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð”.

“Hetta snýr seg í stóran mun um útgerð, ið skal hjálpa sjúkum fólki, ella tað kann vera útgerð til eitt nú staðfesting av sjúku, sum vit til dømis kenna tað við koronu-skundkanningum og øðrum sovorðnum kanningum. Fólk eru noydd at líta á, at útgerðin er í lagi og vandaleys at brúka, men higartil hava tey bara onki regluverk havt at byggja tað álitið á, tí tað hava ikki verið nakrar formligar reglur ella nøkur lóg, sum hava sett krøv til góðsku og trygd.”

“Tað er sjálvandi ikki í lagi, og tí fegnist eg um, at tað nú hevur eydnast at skipa hesa stóru grásonuna við lóg. Tá lógin fær gildi 1. apríl í 2023, ber til at hava eftirlit við, at medisinska útgerðin, sum seld verður í Føroyum, er í lagi – og at heimild verður til dømis at banna sølu av ivasomum vørum, at kalla vørur aftur, um illgruni er um, at okkurt er galið við teimum, og at revsa, um onkur tilvitað ikki heldur seg til lógina, og tær kunngerðir, ið fara at verða lýstar við heimild í lógini”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Nógv medisinsk útgerð verður bara brúkt av læknum, viðgerðum og á sjúkrahúsunum, men til ber eisini hjá vanligum fólki at keypa hópin av útgerð at brúka sjálv. Ein partur av søluni fer fram í serhandlum, har tey hava serliga vitan um vørurnar, til dømis brillur og linsur hjá optikarum. Apotekini kring landið hava eisini nógva medisinska útgerð til sølu, og har kunnu fólk fáa holla ráðgeving um ymisku vørurnar.

Medisinsk útgerð fæst eisini til keyps í vanligum handlum, og har ber ikki til at fáa vegleiðing og ráðgeving um vørurnar. Higartil hevur heldur onki verið til hindurs fyri, at vanligir handlar og annars øll, ið hava hug til tað, selja alt slag av medisinskari útgerð. Seinastu 20 árini er ein annar og uppaftur minni reguleraður marknaður vaksin við miklari ferð, nevniliga internethandilin, og har ber eisini til at keypa medisinska útgerð.

Landsapotekarin hevur upplýst, at tað eru okkurt um 500.000 ymisk sløg av medisinskari útgerð á heimsmarknaðinum.

Nýggja eftirlitsuppgávan verður av somu orsøk stór, sjálvt um føroyski marknaðurin er lítil, og í lógaruppskotinum varð mett, at eftirlitið og umsitingin av lógini annars fer at svara til eitt til tvey ársverk um árið í Apoteksverkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo