Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Søgan um, at tað er ein partur av Føroyum, sum framleiðir, tvs. sendur fisk av landinum fyri pengar, og ein annar partur av Føroyum, sum brúkar, har fólk fáa pengarnar, sum hin parturin fær inn til landið at brúka, er skeiv.

Niðanfyri verður roynt at greiða frá einum meira nuanseraðum máta at síggja eitt samfelag uppá. Hesin mátin at síggja ein búskap er í stóran mun tann, ið Adam Smith innførdi seinast í 1700 talinum. Her verður tikið útgangsstøði í fólkinum í landinum, og hvat tey hava brúk fyri.

Fólk hava ymiskar tørvir í gjøgnum eitt lív. Eitt nú vilja vit gjarna á sjúkrahús, tá vit eru sjúk. Børn, ung og vaksin eiga at hava møguleikan fyri at ganga í góðum skúlum og lærustovnum. Vit vilja okkara minstu tað allarbesta, og at dagstovnaøkið riggar optimalt. Vit vilja gjarna hava, at tey eldru verða tikin hond um, tá ið tey vegna sjúku og aldur ikki megna meira. Vit vilja hava møguleikan at fara til ein banka, um vit hava brúk fyri einum láni. Og til tíðir vilja vit kanska hava eina nýggja telefon ella eina teldu, sum skal innflytast.

Rætt er, at um vit hugsaðu okkum, at eingin altjóða handil var møguligur, og eingin útflutti ella innflutti nakað, so hevði tað helst verið rættiliga fátæksligt í Føroyum. So skuldu vit etið fisk, seyð og epli hvønn dag, verið í ullintum klæðum og kundu framleitt tænastur til hvønn annan, men vit kundu ikki fingið øll tey tingini, sum hoyra einum framkomnum samfelagi til. Av tí at vit ikki kunnu framleiða allar vørur, vit hava brúk fyri, hava vit tørv á innflutningi fyri at fáa allar okkara tørvir nøktaðar. Á tann hátt kunnu vit siga, at vit liva av innflutningi, saman við tí vit framleiða sjálvi! Hetta er í grundini eisini galdandi fyri flestu lond í heiminum, at tey noyðast at innflyta fyri at fáa allar tørvirnar hjá íbúgvunum nøktaðar.

Flestu vørur vit brúka í Føroyum verða innfluttar, men nakrar vørur vilja vit gjarna framleiða í Føroyum, t.d. breyð og mjólk, tí tá verður góðskan betri. Men meginparturin av tí, vit framleiða í Føroyum, eru tænastur, sum ikki eru innfluttar, men verða framleiddar og brúktar í Føroyum. Sambært Hagstovuni er størsti parturin ella meira enn 2/3 av føroyskari framleiðslu tænastuframleiðsla.

Undir tænastuframleiðslu er handil og matstovur, bankar og alment virksemi, so sum skúli og sjúkrahúsverk. Vit framleiða eisini í ávísan mun tænastur til útflutning, tí tá eitt ferðafólk kemur til Føroya og keypir eina tænastu frá einum føroyingi (t.d. eina útferð), er tað útflutningur av tænastum.

Vit hava á hendan hátt øll ein leiklut í samfelagnum. Summi útflyta (t.d. fisk), fyri at vit kunnu innflyta vørur, og summi framleiða tænastur (t.d. bankatænastur) fyri at nøkta tann tørvin, vit menniskju hava á tænastum. Ongin er týdningarmiklari enn annar, men sjálvandi skal tað vera ein marknaður fyri vøruni og tænastuni, tú framleiðir, og er tað ikki tað, heldur tú ikki áfram við at framleiða.

Vit kunnu eisini siga, at vinnan hevur líka nógv brúk fyri tí almenna sum øvugt. Nógvar vinnur, eisini fiski- og alivinnan, fingu ikki arbeitt uttan vælvirkandi, fríska og vællærda arbeiðsmegi, sum tað almenna hevur syrgt fyri.

Nógvar vinnur, serliga á landi, vóru slettis ikki til uttan eftirspurning frá tí almenna. T.d. nógvar heilsølur kring landið hava stórar kundar í heilsuverkinum, kommunala økinum o.s.fr. bara til mat- og vanligar vørur til tænastur. Fyri ikki at tala um byggivinnuna, sum hevur stórt virksemi av almennum byggiverkætlanum.

Hugtakið virðisøking kann sigast vera tað, tú fært burturúr at selja vøruna, tá útreiðslurnar eru goldnar. Virðisøking sær ikki mun á, um tú útflytur vøruna ella tænastuna, ella um tú selur hana í Føroyum. Tá talan er um almennar tænastur, eru serligir hættir at rokna virðisøkingina út, og mugu politikarar har taka støðu til, hvørjar almennar tænastur Føroyar eiga at bjóða út, tí tað tá ikki er nakar marknaður at selja tænastuna á.

Men rættast er at siga, at tað er virðisøking vit øll liva av, ikki útflutningi. Hægri virðisøking, betri hava vit tað, reint búskaparliga. Hetta sæst aftur, tá lond verða samanborin. Tá er tað ikki útflutningsvirðið, sum verður samanborið, men samlaða virðisøkingin per íbúgva.

Til dømis verður ofta nevnt, at føroyingar eru ríkari enn danir, tí okkara virðisøking per íbúgva er størri enn tann danska. Vandin við hugsanarháttinum, at útflutningurin er tað, vit liva av, er, at summi hugsa, at vit skulu royna at fáa útflutningsvirðið upp, tí tað er gott fyri samfelagið.

Hetta sæst aftur í uppskotum um t.d. at stuðla fiskavirkjum at keypa fisk úr útlandinum, sum vit fáa til virkingar í Føroyum, og so fáa vit hægri útflutningsvirði. Ella tað at seta forboð at flyta fisk út óvirkaðan, tí tað skal ‘virðisøkjast’ á føroyskum virkjum. Hetta er skeivt, tí tað er ikki nøkur virðisøking, sum er betur enn onnur.

Eitt annað dømi um hetta er at seta forboð hjá føroyskum skipum at landa uttanlands. Hetta er skeivur hugsanarháttur, tí tað er ikki útflutningsvirðið, vit skulu hava upp fyri at skapa vælferð, men virðisøkingina. Spurningurin um, hvussu býtið millum tað vit útflyta og tað vit framleiða sjálvi skal vera, skal tað almenna ikki blanda seg uppí, men lata marknaðin finna útav.

Samanumtikið gevur tað ikki meining at deila upp í tey, sum skaffa pengar til landið, og hini, sum ‘bert’ framleiða tænastur til onnur. Útflutningur er hvørki meira ella minni týdningarmikil enn framleiðsla til føroyska samfelagið, tí tað er virðisøkingin, sum hevur týdning.

Sostatt eru vit øll líka týdningarmikil í tí samfelagnum, har ‘tann ósjónliga hondin’ ræður fyri, hvat fyri vørur og tænastur vit velja at framleiða, út frá tí, vit borgarar hava brúk fyri.

Vit skulu ikki frá almennari síðu blanda okkum uppi ta mekanismuna, tí tað vita fólk best sjálvi.

Hans Ellefsen,
Búskaparfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo