Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

17 ára gamla amerikanska Charli D’Amelio fær meira í løn enn fleiri forstjórar í risastórum, altjóða fyritøkum. Saman við systrini, 20 ára gomlu Dixie D’Amelio er hon sonevndur influensari á appini TikTok. Í fjør forvunnu tær tað sum svarar til yvir 180 milliónir krónur tilsamans. Til samanberingar kann nevnast, at stjórin í McDonalds, Chris Kempczinski, forvann smáar 70 milliónir krónur í 2021 og stjórin í Starbucks, Kevin Johnson, hevði umleið 95 mió kr í ársløn.

Wall Street Journal skrivar, at samlaða fortjenastan hjá ungu TikTok stjørnunum meira enn tvífaldaðist í fjør. Og onki bendir á, at gongdin fer at venda í bræði.

- Hesi ungu byggja sannar risafyritøkur við sínum virksemi. Tølini bara vaksa, sigur Mae Karwowski frá marknaðarføringsfyritøkuni Obviously við miðilin.

TikTok sá dagsins ljós í 2016 og hevur yvir eina milliard brúkarar hvønn mánaða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo