Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í morgun varð heiðrað, at Malan Levisdóttir og Marjun Biskupstø í ár hava verið knýttar at Barnatannrøtkini í ávíkavist 40 og 20 ár.

Hátíðarligur morgunmatur var á skránni hjá Barnatannrøktini í morgun, tá ið Jógvan Skorheim, borgarstjóri ynskti Maluni og Marjuni til lukku við starvsdøgunum. Umframt borgarstjóran nýtti Bogi á Steig, leiðari á Barnatannrøktini eisini høvið at ynskja teimum báðum til lukku.

Vøkru orðini trutu ikki, tá ið teir báðir heiðraðu Maluni og Marjuni. Borgarstjórin legði fyri við at hugleiða um Barnatannrøktina sum starvspláss, og helt fyri, at hann hevur verið til so nógvar starvsdagar har, at har man vera ómetaliga gott at vera.

- Eg veit, hvussu væl til duga at arbeiða, bæði fakliga og sanniliga eisini menniskjaliga. Tit hjálpa bangnum dreingjum og gentum at koma ígjøgnum viðgerð, har doyving, boring og kanska eisini trekking av tonnum er á skránni, segði borgarstjórin. Í røðuni staðfesti hann eisini, at heiðursdagar sum hesin í dag eru veruliga verdir at staðfesta og æra.

Malan Levisdóttir er ein av drúgvastu kvinnum á Barnatannrøktini, har hon hevur verið í klinikassistentur seinastu fjøruti árini. Og Marjun Biskupstø hevur seinastu tjúgu árini verið tannlækni hjá Barnatannrøktini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo