Trúboðin: At føroysk sjófólk fáa jólapakka, er ein góð og gomul siðvenja. Søgan er í stuttum tann, at nakrir fáir pakkar vóru latnir sjómonnum, sum í 1948 hildu jól á Tórshavnar Sjómansheimi.
Tað varð byrjanin, og so vant tað spakuliga uppá seg í 1950-unum, til tað fyrst í 1960-unum gjørdist eitt stórt og signað arbeiði. Í mong ár vóru omanfyri 2000 pakkar latnir sjófólkunum. Síðstu mongu árini hevur tað ligið um 1200 pakkar.
Ein teirra, sum minnist við gleði og takksemi aftur á jólapakkan, er Absalon Matras á Norðoyri. Miðskeiðis í 1960-unum sigldi hann við línuskipinum Klakki úr Klaksvík. Hann greiðir soleiðis frá:
– Minnist eg rætt, so fóru vit avstað nakað áðrenn jól. Eirikur Justinussen í Leirvík var skipari. Vit royndu vestanfyri Føroyar og vónaðu at fáa nakað av toski og øðrum fiski, sum vit skuldu selja í Grimsby áðrenn nýggjár, tí tá var ofta góður prísur. Hvussu tað gekst við fiskiskapinum og søluni í Aberdeen, minnist eg ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo