Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Talgildar viðtalur og samrøður innan heilsuverkið

Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at flyta heilsuverkið inn í talgilda heimin, so tað ber til at hava talgildar viðtalur og samrøður?

2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat hetta ítøkiliga fer at merkja fyri sjúklingin?

3. Nær kann væntast, at sjúklingurin fer at merkja ágóðan av hesum?

Viðmerkingar:
Við tí samskiftistøkni, sum er tøk í dag, so eigur tað ikki at vera neyðugt hjá t.d. suðuroyingum at brúka heilar dagar í Havn til journalskriving áðrenn eina skurðviðgerð ella til samrøður um úrslitið av eini blóðroynd. Tað er bæði tíðarkrevjandi og strævið fyri sjúklingin og hevur óneyðugar eykaútreiðslur við sær fyri bæði sjúklingin og samfelagið.

Suðuroyingar skulu hava møguleika fyri at fara til talgildar viðtalur og samrøður á Suðuroyar sjúkrahúsi og norðoyingar skulu hava somu møguleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so hesi sleppa undan at ferðast til meginøkið.

Í visjón 2025 fyri sjúkrahúsverk Føroya stendur m.a., at tað er eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi, eyðkent fyri nýhugsan.

Latið hetta koma sjúklingunum til góðar og ikki bert verða føgur orð á pappírinum. Eitt stig tann rætta vegin er at vísa í verki, at vit hava trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir somu virðum og altíð hava sjúklingin í miðdeplinum.

Á Løgtingi, 23. mars 2023
Súsanna Bertholdsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo