Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Um vit altíð fyrst skulu rokna út, hvat tað kostar og umbera okkum við, at tey kríggjast jú um alla verðina, so hava vit tigandi hugt at og góðtikið kríggj.  

–”Mamma, hvør var tín leiklutur undir kreppuni? Hetta fara børn okkara at spyrja okkum í morgin!” (Leymah Gbowee)

Soleiðis segði kvinnuligi liberiski friðaraktivisturin og nobelprísvinnarin, Leyman Gbowee, sum tók stig til at savna kvinnur fyri friði í Liberia við tí endamáli at fáa ein enda á borgarakrígnum, sum hevði herjað í landinum í 14 ár. Eitt kríggj, sum hevði kravt lívið av teirra elskaðu pápum, synum, brøðrum og monnum. Hesar kvinnur høvdu nú fingið nóg mikið og vildu ikki longur tigandi hyggja at.

Við einum friðartiltaki savnaði Leyman Gbowee fleiri 100 kvinnur, bæði kristnar og muslimskar, har tað eydnaðist teimum at leggja trýst á stríðandi partarnar, og soleiðis fáa frið aftur í landinum.

Átti hetta ikki heldur at verið tað, vit tosaðu um, heldur enn at gera eina handilsavtalu við eitt land í offensivum kríggi? Eiga vit ikki heldur at leggja eitt aktivt trýst um at steðga krígnum? Ja, og enntá fáa onnur lond við í hópin?

Ella ætla vit veruliga at gera fiskivinnuavtalu, ímeðan menn, pápar og synir, bæði russiskir og ukrainskir, doyggja í hópatali?

Áðrenn vit vita av, kunnu vit sjálvi standa fyri skotum
Tá eg var barn helt eg, at tað var ógvuliga langtsíðani seinna heimskríggj. Sum eg vaks til gjørdist eg varug við, at tað vóru bara 10 ár síðani kríggið endaði í 1945, til eg varð fødd í 1955, og hvussu stutt 10 ár í veruleikanum eru. Í 77 ár hevur friður verið í Evropa, líka til í februar í ár, tá friðurin var úti. Ótryggleikin tykist bara vaksa fyri hvønn dag, og vit ána ikki, hvat tað kann føra til og hvussu nógv fólk skulu noyðast at lata lív.

Foreldur míni vóru børn, tá kríggið byrjaði og tannáringar, tá ið tað endaði. Tey upplivdu ótryggleikan undir krígnum, og at menn fórust á sjónum orsakað av krígnum. Tey, og vit, eru so heppin at vera borgarar í einum landi, har synir, brøður, menn og pápar ikki verða sendir í kríggj, men hvussu leingi fara vit at sleppa undan tí?

Um allan heim verða enn í dag ungir menn sendir í kríggj. Mammur, systkin, børn og konur, mugu hjálparleys hyggja at, meðan teirra elskaðu ungu dreingir og menn noyðast í kríggj, beint í deyðans gap, sendir av nøkrum heilt fáum ráðandi monnum í verðini.

Við ongum øðrum enn einum reinum vilja, bønum og sangi, og klæddar í hvítt løgdu kvinnurnar í Liberia við Leymah Gbowee á odda, trýst á teir ráðandi, og kríggið endaði.

Vit kunnu gera tað sama
Eg eri sannførd um, at nú er tíðin er komin, at vit reisa okkum í hóp og harðliga tala at kríggi. Í staðin fyri fiskivinnuavtalu, so áttu vit at havt skipað okkum um eitt mótmæli, sum røkkur um alt evropa, og soleiðis leggja trýst á Russland um at trekkja seg úr Ukraina. Og so kunnu vit tosa um fiskivinnusáttmálar, tá ið russar og ukrainar aftur liva tryggir, hvør í sínum landi.

Eg eri kvinna, kona, mamma, vermamma og omma og kann ikki tiga. Stóð tað til mín, so stóðu allar kvinnur í Føroyum saman um at gera okkara til fyri at steðga kríggi, heldur enn at stúra fyri mistum inntøkum. Hvat fara pengar at nytta, tá ið okkara synir og barnabørn fara at standa fyri skotum?

Hesir sera áleikandi tankar, sum eg skrivaði væl undan, at val varð útskrivað, eru orsøkin til, at eg ikki kann taka undir við at leingja ella at gera nýggja fiskivinnusáttmála við Russland.

Rúna Sivertsen
Valevni á listanum hjá Sjálvstýri

Sí meira á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum umvegis leinkjuna niðanfyri:

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/11/23/tann-id-tigur-samtykkir/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo