Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumálaráðið: Skrásetingarnevndin hjá Tannlæknafelagnum hevur gjørt eina nýggja frágreiðing um tannheilsuna hjá børnum í Føroyum. Nýggja kanningin vísir, at tannheilsan hjá føroyskum børnum er í støðugum bata. Men tað er framhaldandi neyðugt at arbeiða miðvíst við upplýsing og fyribyrgjandi tannrøkt, soleiðis at tannheilsan hjá føroyskum børnum og ungum kann gerast enn betri.

Skrásetingarnevndin leggur í frágreiðingini dent á, at talið av børnum við álvarsomum karies (torleikastøði 3-4) skal minka, og at talið av børnum, sum hava frískar tenn (torleikastøði 1) skal vaksa.

Hartil leggur skrásetingarnevndin upp til, at tannlæknar fara at skráseta ymiskar tannsjúkur og – støður. Tað er sýruskaðar (erosiónir), sum m.a. skyldast at nýtslan av sodavatni og orkudrykkjum er vaksandi  og emaljuhypoplasi (veik ella manglandi emalja á tonnunum) . Annað, sum vit síggja meira til nú, eru skaðar á tannkjøtið vegna snús. Sum nú er hava vit ikki hagtøl fyri hesum.

Eisini vísir skrásetingarnevndin á, at tørvur er á, at fáa hagtøl fyri tannstøðuna hjá vaksnum. Heitt verður á Tannlæknafelagið og privatu tannlæknarnar í samráð við Heilsutrygd, at arbeiða víðari við at fáa hagtøl til vega fyri tannheilsuna hjá vaksnum eisini.

Tannlæknafrágreiðingin um kariesskrásetingina 1991-2021 kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo