Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

LÍV Samtakið hevur gjørt tvey ára stuðulsavtalu við bjargingarbátin hjá Havnar Bjargingarfelag. Í løtuni eitur báturin Tanum, men í vár verður nýggja navnið Rescue LÍV. Við nýggju avtaluni er LÍV framvegis høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV.

Tanum varð keyptur fyri tveimum árum síðani, og kom í tilbúgving fyri nøkrum vikum síðani. Tanum avloysir undanfarna bjargingarbátin Rescue LÍV. Hann er nú seldur av landinum.

Stuðuls- og samstarvsavtalan hevur til endamáls at stuðla virkseminum hjá bjargingarbátinum Rescue LÍV og tryggja, at raksturin av bátinum er í tryggari legu.

“Sum lívstryggingarfelag vilja vit ganga á odda og stuðla virksemi, ið kann fyribyrgja vandastøðum. Rescue LÍV loysir eina týdningarmikla uppgávu, ið knýtir seg at einum av kjarnuvirkseminum hjá LÍV”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

“LÍV hevur verið dyggur stuðul hjá Rescue LÍV, líka síðani Rescue LÍV kom til Føroyar fyri skjótt 13 árum síðani. Stuðulin hevur øll hesi árini havt sera stóran týdning fyri virksemið við Rescue LÍV, og fer eisini at hava stóran týdning fyri raksturin av nýggja bjargingarbátinum, sum verður eitt stórt frambrot fyri føroyska sjóbjarging”, sigur Sára Eysturoy, forkvinna í Havnar Bjargingarfelag.

LÍV hevur verið høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV síðani fyrsti báturin varð keyptur í 2008. Nýggja avtalan er fyri árini 2021 og 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo