Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tavan í Leirvík hevði 4,9 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 4 mió kr árið fyri. Bruttovinningurin minkaði annars úr 29,5 mió kr niður í 26,3 mió kr. Men lønarútreiðslur minkaðu við 3 mió kr og avskrivingarnar vóru eisini ein góð millión minni enn  í 2019.

Tavan er eitt felag sum er skuldarfrítt og væl fyri - fíggjarstøðan javnvigar við 56,4 mió kr og eginognin var við ársbyrjan 47,6 mió kr.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at úrslitið var sum væntað, og hon væntar eitt líknandi úrslit næsta ár.

Tað er Joen Magnus Rasmussen sum er stjóri í Tavuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo