Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

32 ára gamla amerikanska stjørnan, Taylor Swift, er tann sangari, sum í nýggjari tíð hevur eydnast best at endurnýggja og flyta seg við egnum sangum frá einum stíli, country, til ein annan, popp og R&B, uttan at missa takið á marknaðinum og egnum úttrykki.

Tíggjunda útgávan Midnights, sum kom út fríggjadagin 21. oktobur, fær ummælið ”instant classic” frá kenda tónleikablaðnum Rolling Stone. Við egnum reflekterandi sangum hevur Taylor Swift serliga brúkt TikTok. Teir 13 sangirnir eru “a collection of music written in the middle of the night, a journey through terrors and sweet dreams,” sigur Swift, sum skrivara allar sangirnar sjálv.

Spotify upplýsir samstundis, at Midnights er mest stroymda útgáva eftir einum degi, og amerikanskir plátuhandlar siga, at útgávan er hin mest selda í analogum LP-plátu formati í hesi øldini.

Hóast stóru framgongdina hevur Taylor Swift valt ”Anti-Hero” at verða fremsta sangin.

Heimasíðan hjá Taylor Swift sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo