

Teiland hevur gjørt av, at øll útlendsk ferðandi yvir 18 ár, sum koma til landið, skulu hava prógv við sær um, at tey annaðhvørt eru liðugt koppsett móti korona ella hava havt smittuna innan teir síðstu seks mánaðirnar.
Hetta skrivar Reuters.
Tað sama skrivar danska uttanríkismálaráðið á heimasíðu sínari.
Tað verður góðtikið, um ein hevur læknaváttan, ið frítekur ein fyri koppseting móti korona.
Tær nýggju ferðaavmarkingarnar í Teilandi koma í gildi í morgin, 9. januar 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo