Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Springararnir, ið vórðu merktir í Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, eru farnir norð um oyggjarnar.

Við góðari hjálp frá bátum, umframt skótum og fólki annars á sandinum, eydnaðist at reka og halda einum minni bólki av springarum at sandinum í Fuglafirði, har fólk frá Havstovuni festu sendarar á 6 springarar. Fýra nýggir og tveir eldri sendarar vórðu festir á hornini, og tók sjálv merkingin áleið 45 minuttir. Eftir at springararnir vóru farnir av pollinum aftur, hildu teir kósina norður ígjøgnum Djúpini. Haðani hildu tríggir springarar beina kós út í hellingina einar 35 fjórðingar norðanfyri, meðan ein springari er farin burturúr og meira eysturyvir. Enn er einki samband við teir báðar springararnar, sum fingu gomlu sendararnar áfestar.

Henda merkingin er liður í eini nýggjari verkætlan á Havstovuni, har kaving, ferðing og útbreiðsla hjá grind, springara og bóghvítuhvali skal samantvinnast við hav- og lívfrøðiligar mátingar á Grønland-Skotlandrygginum. Hetta er fyri betur at skilja útbreiðslu og atburð hjá hesum havsúgdjórum. Ætlanin er framyvir at merkja bæði grind, springara og bóghvítuhval, og sendarar eru tøkir til hetta.

Havstovan takkar øllum fyri hjálpina og stuðulin í sambandi við merkingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo