Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Seinastu árini, hava vit í Vága Kommunu havt tekniskar trupuleikar á fleiri mótum, so sum, vatntrot, ólag á vatnleiðingum og kloakkum, lágt vatntrýst, bilar og maskinur niðurslitnar osv.

Vit á Nýgga Lista halda at tíðin er komin til, at vit mugu skipa hetta betur, til gagns fyri borgararnar í Vága Kommunu. Og  hava nøkur uppskot um, hvussu vit koma hesum trupuleikum til lívs.
Við hesum tiltøkum, sum eru nevnd niðanfyri, kunnu vit koma langt tann betra vegin.

Viðlíkahaldsskipan

Flest øll vita, at eitt vælvirkandi maskinarí koyrir best, verður tað viðlíkahildið við jøvnum millumbilum, eftir einari fast ásettari skipan, nevniliga við eini fyribyrgjandi viðlíkahaldsskipan við daga- ella tímaintervallum.

Tað finnast fleiri slík viðlíkahalds forrit, og uttan ivað finst eitt forrit, sum er væl egna til tekniska økið hjá eini vælvirkandi kommunu.

Hendan viðlíkahaldsskipan skal vera viðvirkandi til at, vit í Vága Kommunu ikki renna okkum í trupuleikar av øllum handa slag, í tíð og ótíð.

Í viðlíkahaldsskipanina skullu øll aktiv hjá Vága Kommunu vera.
Hetta umfatar: bygningar, maskinur, akfør, havnaøkir, vatnskipanir, størri ventilar, pumpur og kloakkskipanir.

At byrja við, tekur hetta nakað av tíð at byggja upp, men sum tíðin líður verður hendan skipan, viðvirkandi til eina stóra sparing fyri kommununa, tí umvæling/eftirhygging verður gjørd við jøvnum og ásettum millumbilum.

Við hesi skipan, fæst eisini ein sera týdningarmikil skráseting av, hvat var gjørt við tann ávísa bygningin ella maskinuna, aftur í tíðina.

Á henda hátt kemur vitan um ymisk viðlíkahaldsarbeiðir, ikki at liggja á nøkrum fáum herðum, men verður goymd í eini skipan.

Vatntrot

Í ár vóru vit vitnið til eitt sera turt vár og summar, hetta førdi til vatntrot í Sandavági, tá mundu fleiri spyrja seg sjálvan, um vit ikki tóku vatn úr Føroya størsta Vatnið til Vága Kommunu, men tað gera vit bara partvís. Hesin trupuleikin er ikki loystur enn. Men ein loysn fyri hetta, er at leggja eina vatnleiðing, úr tí nýggju vatnleiðingini á Giljanesi, og heim um Leitið og binda Sandavág uppí.

Henda vatnleiðing kemur úr Vatninum, umvegis Miðvág, og er løgd inn til Giljanes fyri árum síðan, tá rækjuvirkið mangalaði vatn.

Møguliga skal ein pumpuskipan vera ein partur av hesum vatnleiðing, og kann takast í brúk tá tørvur er. Við hesum verður trupuleikin við vatntroti loystur frameftir.

Vatntrýst til sethús
Vit hava trupuleikar við vatntrýstið Norði á Heiðum í Miðvági, á Nesavegnum/Húsanesavegnum á Giljanesi, á Traðarvegnum í Sandavági og møguliga aðrastaðni.

Tað er umsíður avgjørt  at seta ein hydrofor upp Norði á Heiðum, tað er ein pumpuskipan, sum skal halda vatntrýstinum javnt høgt, so tað er nøktandi fyri borgaran. Tað sama eigur at vera gjørt á Giljanesi og við Traðarvegin, sum skjótast.

Hetta er ein skjót, brúkbar og bílig loysn, men best hevði verið um vatnbrunnar vóru bygdir longur uppi, so vit ikki eru, ov tengd at el-drivnum hydroforum.

Rottutýning
Tað tykist sum talið av rottu er í øking, og tí eigur okkurt munagott at vera gjørt.

Vága Kommuna, eigur saman við Sørvágs Kommunu, at skipa fyri at vit fáa týnt rottuna í Vágum.

Vit hava fingið almenna ráðgeving frá dananum í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, hvussu eigur at vera fari fram við týningin.

Tað er tíðliga á várið, tá rottan er illa fyri, og lættari fæst at eta rottueitur, at farast skal undir eitt átak.

At leggja rottueitur út alt árið, ger púra ongan mun yvurhøvur.

Men tað er eisini neyðugt at samskipa hetta, tí tað nyttar ikki at onkur leggur út og grannin ikki ger tað.

Og tí eigur henda rottutýning, at samskipast av báðum kommununum á ein slíkan hátt, at borgarar í eru áhugaðir í rottutýning og allir hagapartar Vágum luttaka, ein leygardag tíðliga á várið, ár undan árið, so vit kunnu gera enda á trupuleikanum.

Tekniskt toymið
Eitt uppskot er at hava eitt tekniskt toymið í Vága Kommunu, sum skal hava tað endamál, at koma við hugskotum og ráðgeving,  fyri hvat kann gerast betri, á tekniska økinum.

Tí er tað eitt hugskot, at fólk við áhuga fyri at finna tekniska loysnir í kommununi, sótu í einum slíkum toymið.

X við Lista V – Ein sterk eind – Vælferð, Ábyrgd, Gróður, Atlit.

Dagbjørn Hansen & Jan Erik Simonsen, valevnir á Nýggja Lista, lista V
til býráðsvalið í Vága Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo