Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Nes kommuna søkir eftir tekniskum leiðara.

Tekniski leiðarin er virkin í arbeiðinum at menna kommununa. Uppgávan er at stuðla kommunustýrinum í at seta dagsskránna, og at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulívið.

Starvið
Tekniski leiðarin hevur ábyrgd av tekniska økinum, sum fevnir um
- Býarskipan, byggisamtyktir og byggimálsvigerð
- Íløgur, útstykkingar og lendisnýtslu
- Húsavørðar og viðlíkahald
- Vatnverk
- Havnaøkið
- Vegir og kloakk
- Fríðkan, kirkjugarð og ruskpláss
- Projekteringsarbeiði og eftirlit

Førleikar
Hevur tú viðkomandi útbúgving innan tekniska økið frá hægri lærustovni, ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir; ert tú serfrøðingur við almennari tilgongd, ið eisini dugir fyrisitingarliga handverkið; og hevur tú kunnleika til leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring; so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til starvið.  

Setanarviðurskifti
Starvið sum tekniskur leiðari verður sett sambært viðkomandi sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Fleiri upplýsingar
Starvsøkið og týdningarmestu uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru lýst greiniligari í starvs- og persónsprofilinum, sum liggur á heimasíðuni hjá Nes kommunu www.nes.fo.

Á heimasíðuni finnur tú eisini aðrar viðkomandi upplýsingar um kommununa.

Hevur tú spurningar ella ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta seg í samband við Súna í Hjøllum, borgarstjóra, á tlf. 565000.

Umsóknir
Umsóknir til starvið skulu vera Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 10. februar 2023 kl. 12:00 og sendast til:

Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir

Ella sum teldupostur til nes@nes.fo.

Viðmerk “Tekniskur leiðari” á umsóknina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo