Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 120/2021: Uppskot til samtyktar um føroyskt heiðurstekin.

Bjørt Samuelsen, Ruth Vang, Kristin Michelsen, Helgi Abrahamsen, Christian Andreasen og Bill Justinussen, tingmenn, hava lagt málið fram 7. mars 2022, og eftir 1. viðgerð 23. mars 2022 er tað beint Mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 20. apríl 2022.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann, Bárð á Steig Nielsen.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Beinta Løwe Jacobsen, Beinir Johannesen, Annika Olsen, Edva Jacobsen og Bjarni Kárason Petersen) hevur hesar viðmerkingar:

Flestu grannalond okkara hava eitt ella fleiri heiðurstekin, ið verða latin. Í Føroyum hava heiðurstekin áður verið latin. Undir hoyringini er komið fram, at hesi vórðu latin millum 1957 og 1975. Føroysku heiðurstekinini vórðu latin fyri bjarging, at hava ført stóra veiðu til hús, fyri hús og heim osfr.

Í Dimmalætting 19. september 1959 sæst í grein á forsíðuni, at ”Landsstýrið handar monnum prógv og tekini ”Fyri hús og heim” og ”Bundin er bátleysur maður””.

Dagblaðið 31. oktober 1970 vísir í grein á somu heiðurstekin, ið eru handað henda dagin. Í greinini kemur fram, at í dómsnevndini sita yvirvrakarin, vrakieftirlitsmenninir og virðismetingarmenn landsstýrissins. Heiðurstekinini vórðu latin triðja hvørt ár.

Heiðurslønin Bundin er bátleysur maður varð latin fyri framúrskarandi røkiskap. Heiðurslønin Hús og heim varð latin fyri stóra og væl hagreidda veiðu.

Tíðin er sjálvandi nógv broytt síðani hesar heiðurslønir vórðu latnar, men stundin er komin til at fara undir at fyrireika eitt nýtt føroyskt heiðurstekin, so Føroyar kunnu lata ein almennan heiður til kvinnur og menn, sum á serstakan, dyggan hátt hava tænt landi ella fólki.

Umráðandi er, at slíkt heiðurstekin er politiskt óheft, og tí er styrkin við hesum uppskotinum, at seks av sjey politiskum flokkum í tinginum hava lagt tað fram.

At fyrireika leiðreglur fyri eitt alment heiðurstekin tekur tíð, og tí eigur at verða farið undir arbeiðið beinavegin, so Føroyar í komandi framtíð kunnu heiðra fólki við einum føroyskum heiðurstekni.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Djóni Nolsøe Joensen og Jóhannis Joensen) hevur hesar viðmerkingar:

Vit sum javnaðarflokkur taka ikki undir við eliterum heiðursteknum. Tó stuðla vit átøkum og heiðran av vanliga fólkinum. Fyriliggjandi uppskot vísir ikki greitt, hvussu hetta heiðurstekin skal skiljast, og hvør málbólkurin er.

Undir nevndarviðgerðini er eisini komið fram, at summir hoyringarpartar skilja eitt slíkt heiðurstekin sum elitert. Tað er við støði í hesum iva, at umboð javnaðarfloksins í nevndini ikki taka undir við uppskotinum.

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Mentanarnevndin, 26. apríl 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo