Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Ingi Samuelsen

Mynd: Ingi Samuelsen

Mynd: Ingi Samuelsen

Í tíðindaskrivi herfyri frá løgregluni var sagt, at Føroya Politi hevur í 2022 útflýggjað næstan 10.000 pass, men einki varð sagt um, hvussu nógv av teimum vóru føroysk pass, grøna passið.

Tí spurdi VP løgregluna, hvussu nógv av teimum um 10.000 vóru grøna føroyska passið og hvussu nógv reyða danska/ES passið.

Og sambært svarinum frá føroysku løgregluni, so bílegði løgreglan 8173 donsk pass í 2022 og 845 føroysk pass sama ár.

- Harafturat koma fyribilspassini, sum bara finnast í einari reyðari útgávu, sigur løgreglan í svarinum til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo