Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Almenni bústaðarpolitikkurin vendir skeivt, uttan at nakað verður gjørt fyri at bøta um støðuna. Bústaðarpolitikkurin hjá tí almenna lívgar um tey, sum longu hava ein bústað frammanundan, meðan tey, sum mangla íbúð, verða slept upp á fjall. Tí má verandi skipan broytast, so Bústaðir fyrst og fremst hjálpir teimum, sum standa á berum.

Hjá Bústøðum skriva fólk seg á ein lista, og so fáa tey tilboð um íbúð, so hvørt tey koma fram í røðini. Og hvør hevur so ráð at taka av tilboðnum frá Bústøðum? Jú, tað eru tey við húsum við stórum frívirði, sum tey kunnu selja. Síðan kunnu tey leiga eina íbúð frá Bústøðum ella keypa eina íbúð á privata marknaðinum. Sethúsini verða síðan seld í fríari sølu, men har hava einligir forsyrgjarar ella láglønt ikki ráð at koma sær upp í part.

Uppgávan hjá Bústøðum má fyrst og fremst verða at skaffa bústað til teirra, sum ongan bústað hava frammanundan og ikki teimum uttan bráðfeingis tørv. Bústaðir byggir fyri marknaðarprís, og tí eru íbúðirnar hjá Bústøðum helst ov dýrar at leiga hjá fólki við lágari inntøku. Tí má ein skipan við íbúðartrygging ella “boligsikring” setast í gildi sum skjótast. Og hvar skulu pengarnir til íbúðartrygging so koma frá? Jú, teir skulu koma frá niðurlaging av rentustuðlinum til húsalán, sum bara hækkar húsaprísin, og tískil bara kemur bankunum til góðar. Tað er fullkomiliga burturvið, at landið rindar rentustuðul til fólk, sum sjálvi hava ráð at rinda renturnar.

Verandi rentustuðul má lækkast stigvíst yvir nøkur ár, meðan nýggjur rentustuðul verður strikaður. So hvørt sum rentustuðulin lækkar, verður ein vaksandi upphædd tøk at hjálpa teimum, sum ikki sjálvi orka at skaffa sær tak yvir høvdið. Hetta hevði verið ein skipan, sum hjálpti teimum undir tak, sum ikki sjálvi megna hetta og ikki teimum, sum hava ein bústað frammanundan.

Jákup Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo